id="current" id="current" id="current" id="current" id="current"
id="current" id="current"
    id="current" id="current"
  •   Jóhannus á Rógvu Joensen
  • id="current" id="current" id="current"
  •   telefon:
  • id="current" id="current"
  •   (+298) 270080
  • id="current" id="current"
  •   (+45) 2691 0260
  • id="current" id="current"
  •   Skype:
  • id="current" id="current"
  •   ro.coach
  • id="current" id="current"
  •   teldupost:
  • id="current" id="current"
  •   jarj@ro-coach.dk
  • id="current" id="current"
id="current" id="current"
id="current" id="current" id="current" id="current"
id="current" id="current" id="current" id="current" id="current" id="current"
id="current"

Hypnosa

Nøkur orð um Hypnosu:

Hypnosa snýr seg í høvuðsheitum um fokus og hugsavnan.

Tann hypnotiseraði er 100% tilstaðar og kann ikki, mótsatt mytuni, lokkast til at gera ella siga nakað, hon ella hann ikki sjálv/ur vil.

Álit er trygdin millum hypnotisørin og tann hypnotiseraða. Avtalað verður, hvat skal viðgerðast, og skuldi tað hent, at hypnotisørurin ikki yvirheldur avtaluna, men t.d. byrjar at spyrja um eitthvørt, ið ikki varð avtalað frammanundan, hvørvur hypnosan beinanvegin. Lat okkum til stuttleika siga, at biðið verður um pin-koduna hjá tí hypnotiseraða :-) Tá hvørvur hypnosan beinanvegin, tí tað var ikki ein partur av avtaluni!

5 misskiljingar í samb. við hypnosu:

  1. Eg havi ongantíð verið í hypnosu fyrr! - Tað hevur tú óivað. Hevur tú dagdroymt, start út í tóman heim, havt tankarnar onkra aðrastaðni, t.d. um tú hevur koyrt bil uttan at minnast seinastu kilometrarnar, hevur tú verið í hypnosu.
  2. Eg kann hypnotiserast móti mínum vilja! – Nei, tað ber ikki til. Hypnosa riggar ikki, um avtala ikki er gjørd frammanundan.
  3. Eg kann ikki hugsa! – Jú, bæði væl og virðiliga. Í hypnosu verða allir óviðkomandi og órógvandi tankar beindir til viks ta løtuna.
  4. Eg kann koma til at avdúka meir enn eg vil! – Nei, ber snøgt sagt ikki til, tú ert við títt fulla vit alla tíðina.
  5. Eg kann ikki sjálv/ur koma úr aftur hypnosuni – Jú, missur tú hugsavnan, ger hypnotisørurin okkurt skeivt, sum kanska ikki er partur av avtaluni tykkara millum ella gongur ov long tíð, so svongd, tosti ella líknandi tørvir fara at gera um seg, hvørvur hypnosan.