id="current" id="current" id="current" id="current" id="current"
id="current" id="current"
    id="current" id="current"
  •   Jóhannus á Rógvu Joensen
  • id="current" id="current" id="current"
  •   telefon:
  • id="current" id="current"
  •   (+298) 270080
  • id="current" id="current"
  •   (+45) 2691 0260
  • id="current" id="current"
  •   Skype:
  • id="current" id="current"
  •   ro.coach
  • id="current" id="current"
  •   teldupost:
  • id="current" id="current"
  •   jarj@ro-coach.dk
  • id="current" id="current"
id="current" id="current"
id="current" id="current" id="current" id="current"
id="current" id="current" id="current" id="current" id="current" id="current"
id="current"

Strongd

Øll kenna strongd í ein ávísan mun. Vit uppliva øll, at vit halda okkum hava meira um oyruni, enn vit megna at fáa frá hondini. Ella vit uppliva ein vanda, eitt nú í ferðsluni - kanska vóru vit líka við at verða ákoyrd, men sluppu akkurat undan. Tá mundi hjartað helst banka harðari og skjótari, og kanska kaldasveittin spríkti? Tá komu stresshormonir sum adrenalin og kortisol okkum til hjálpar. Og vit blivu kanska klárari í høvdinum og fingu nærum yvirnatúrliga styrki ta løtuna.

Í smáum nøgdum er strongd vanliga ein hjálpandi hond, men í størri mongdum, har stresshormonirnar ikke sleppa úr aftur kroppinum, men sleppa at hópa seg upp, kann strongd hava við sær sera álvarsligar avleiðingar. Immumforsvarið viknar, konsentratiónin ríkur ofta, tú verður meira og meira gloymsk/ur, og tunglyndi hóttir. Og mann veit í dag, at sjúkur kunnu versna og í summum førum beinleiðis vera avleiðing av strongd.

Stress-coachingin er vanliga býtt í 7 sessiónir, har tú fyrst verður hjálpt/ur av við strongdina, síðan lærir tú at handfara hana og at fyribyrgja, at hon ikki skal koma aftur.

Send mær ein teldupost ella ring til mín og hoyr nærri.