id="current" id="current" id="current" id="current" id="current"
id="current" id="current"
    id="current" id="current"
  •   Jóhannus á Rógvu Joensen
  • id="current" id="current" id="current"
  •   telefon:
  • id="current" id="current"
  •   (+298) 270080
  • id="current" id="current"
  •   (+45) 2691 0260
  • id="current" id="current"
  •   Skype:
  • id="current" id="current"
  •   ro.coach
  • id="current" id="current"
  •   teldupost:
  • id="current" id="current"
  •   jarj@ro-coach.dk
  • id="current" id="current"
id="current" id="current"
id="current" id="current" id="current" id="current"
id="current" id="current" id="current" id="current" id="current" id="current"
id="current"

Roykistopp!

Ein sunn jólagáva

Flest øll kenna avleiðingarnar av at roykja, men kortini gerst ikki lættari at gevast; kanska tvørturímóti. Fleiri orsøkir kunnu vera til, at so er: Ring samvitska, kenslan av at kenna seg happaðan ella "eingin annar skal avgera, um eg royki ella ikki!”

Men hvat, um tú fært kjansin at fáa hjálp ella kjansin at hjálpa einun, sum stendur tær nær?

Á sera munagóðan hátt - og við altjóða viðurkendum metodum - kunnu vit hjálpa tær ella einum, tú vilt hjálpa við at leggja av. Haraftrat kann tilgongdin tillagast júst eftir individuellum tørvi.

Vit hava drúgvar royndir innan økið, og áðrenn farið verður í gongd av álvara, vilja vit fegin bjóða til eina samrøðu, har vit saman finna út av, hvør háttur riggar best í hvørjum einstøkum føri.

Vit arbeiða innan ”tankefeltterapi” (TFT/EFT), ”Allan Car's Easy Way To Stop Smokin” og við hypnosu. Verður hypnosa vald, so verður hetta gjørt við certificeraðum hypnotisøri og Hypnoterapeuti.

Eisini ber til at seta saman og nýta burturúr ymsu viðgerðarhættum.

Roykistopp gevur nógvar fyrimunir – beinanvegin og frameftir annars:

Aftaná 20 min:

  • Blóðtrýstið fellur til tað normala
  • Pulsurin fellur til tað normala
  • Likamshitin í hondum og fótum fer upp aftur á tað normala

Aftaná 8 tímar:

  • Iltin í blóðinum fer upp aftur á tað normala

Aftaná 24 tímar:

  • Vandin fyri hjartatilburði fellur

Aftaná 48 tímar:

  • Evnini til at smakka og lukta betrast munandi

Aftaná 72 tímar:

  • Lungnapípurnar hvíla aftur, og hevur hetta við sær, at andadrátturin verður lættari
  • Lungaorkan bøtist

Aftaná 2 til 12 vikur:

  • Húðin fær ein dámligari lit
  • Rukkur og leys húð strammast munandi
  • Blóðrenslið betrast
  • Tað verður lættari at spáka
  • Lungaorkan betrast við upp til 30%

Ikki-roykjarar hava í miðal 25% færri sjúkradagar, samanborið við roykjarar.