id="current" id="current" id="current" id="current" id="current"
id="current" id="current"
    id="current" id="current"
  •   Jóhannus á Rógvu Joensen
  • id="current" id="current" id="current"
  •   telefon:
  • id="current" id="current"
  •   (+298) 270080
  • id="current" id="current"
  •   (+45) 2691 0260
  • id="current" id="current"
  •   Skype:
  • id="current" id="current"
  •   ro.coach
  • id="current" id="current"
  •   teldupost:
  • id="current" id="current"
  •   jarj@ro-coach.dk
  • id="current" id="current"
id="current" id="current"
id="current" id="current" id="current" id="current"
id="current" id="current" id="current" id="current" id="current" id="current"
id="current"

Kennir tú tíni tekin um strongd?

Tak niður PDF útgávu

Merkir tú viðhvørt, at eitt nú

  • hjartað bankar harðari/skjótari?
  • hábrøgd?
  • summarfuglar í búkinum?
  • sveitta, eitt nú í lógvunum?
  • skelvan
  • gerst bleik/ur
  • turr/ur í munninum
  • vil ofta pissa
  • vøddarnir (ofta beinini) blíva sum gelé ella læsa seg

Tá hevur tú grøn tekin um strongd - kroppurin fær adrenalin, og tú hevur sum so einki at óttast.

Tú hevur møguliga eisini onnur grøn tekin? Hetta kanst tú kanna við at ímynda tær, hvussu tú hevur tað, tá okkurt er spennandi, skakandi ella ræðandi.

Góð ráð eru tá at merkja eftir, sansa, og kanska læra teg at sløkkja fartelefonina og telduna viðhvørt. Ver góð/ur við teg sjálva/n, og gev tær stundir at njóta umheimin, og ta vøkru náttúruna.

 

  • er ófriður á tær, tað kann vera í kroppinum ella høvdinum ella bæði?
  • kennir tú innaru møði?
  • hevur tú styttri fjús?
  • svevur tú ikki væl um náttina?
  • situr gráturin uppi í hálsinum?
  • innisluttað/ur (oftari mannfólk)
  • møði
  • innara mótvilja

Tá hevur tú gul tekin um strongd. Tá ert tú á markinum. Tað ber til at hava gul tekin eina stutta tíð, men ikki ov leingi. Júst sum tá tú ikki fekst steðgað fyri gulum í ferðsluni: Tað gekk hesaferð, men kanska ikki næstu ferð!

Tá ræður um hjá tær at seta ferðina niður og ansa betri eftir tær. Tak frí, og nýt fríløtur og vikuskifti til at koma fyri teg í.

 

Er tú t.d. farin at

  • gloyma illa?
  • er illsinni av álvara fari at gera vart við seg?
  • svøvnurin út av lagi, har tú bert svevur lítla løtu og kanska vaknar við sveittabroti?
  • er trongdin til okkurt stimulerandi økt munandi?
    her verður hugsað um alkohol, rúsevni, kaffi, kola og annað søtt
  • er magin um at ganga fyri?
  • kennir tú pínu ymsastaðni?
  • hevur tú bert hug at vera fyri teg sjálv/an?
  • fráverandi
  • sjúkur sum migrena og eitt nú eksem versna
  • menstratión óreglulig, kanska horvin
  • veruleikafjarð/ur, viðurkennur ikki egna strongd

So er galið! Steðga beinanvegin. Útvega tær hjálp. Set teg í samband við lækna, sálarfrøðing ella ein Stress-Coach